Tað harmar Kaj Leo Holm Johannesen, at Lisbeth L. Petersen hevur meldað seg úr Sambandsflokkinum. Men hann skilir ikki rættiliga atfinningarnar um, at Fólakflokkurin stýrir ov nógv.
– Vit verða løgd undir at vera tann mest sambandska samgongan yvirhøvur, og tað eigur ikki at smakka Fólkaflokkinum væl, heldur Kaj Leo Holm Johannsen.
Hann vísir á, at Føroya liggja í topp búskaparliga við lægsta arbeiðsloysi.
– So okkurt hava vit gjørt rætt, heldur hann.
Hoyrið samrøðu við Kaj Leo Holm Johannesen við at trýsta á pílin undir myndini.
Sí annars myndatema HER, har partar av politiska lívinum hjá Lisbeth verða lýstir.