Løgmaður helst fast við, at tað er skeivt, sum Hans Gammeltoft-Hansen kemur til í kanningni, at løgmaður hevur givið løgtinginum skeivar upplýstingar.
– Tað eru eingi prógv fyri, at eg havi givið Løgtinginum skeivar upplýsningar, tí hetta er ikki ein dómur.
Tað skrivar løgmaður á Facebook. Hann heldur, at alt er blandað saman í ein peruvelling.
– Hetta er ein meting frá einum kanningarstjóra, sum sigur, at eftir hansara meting havi eg givið Løgtinginum skeivar upplýsningar.
– Eg sigi, at eg havi ikki givið Løgtinginum skeivar upplýsningar, sigur Kaj Leo Holm Johannesen, sum sigur, at hann tekur kanningina til eftirtektar við virðing fyri skipanini.
Men hann heldur kortini fast við, at niðurstøðan, sum Hans Gammeltoft-Hasnen kemur til, at løgmaður hevur sagt ósatt fyri løgtinginum, ikki er røtt:
– Enn einaferð, eingi prógv liggja á borðinum, eg havi eisini eina rættartrygd sum borgari í okkara landi, skrivar løgmaður.