? Eg hevði heimild at selja Teistan. Spurningurin er bara, um Edmund Joensen hevði heimild at geva mær hesa heimild.
Hetta sigur Sámal Petur í Grund, fyrrverandi landsstýrismaður í samferðslumálum, nú málið um Teista-søluna spøkir aftur. Tað var mikið rumbul á tingi um hetta mál, og eisini varð reist misálitisuppskot móti Sámal Peturi í Grund fyri hetta mál. Nú heva so Grannskoðanardeild Landskassans gjørt vart við, at tað ikki er vist, at landsstýrið hevði heimild at selja Teistan.
Løgmaður hevur boðað frá, at hann fer at kanna málið, og nú er kanónin hjá Edmundi Joensen aftur vend móti Sámali Petur í Grund.
? Fyrst nýtti hann málið um undirsjóvartunnilin til at koyra meg uppá, og nú ætlar hann eftir øllum at døma eisini at brúka málið um Teista-søluna ímóti mær, sigur Sámal Petur í Grund við Sosialin.
? Tað var full semja í landsstýrinum um at selja Teistan. Hetta var eisini fult í tráð við samgonguskjalið, at hesin flutningur skuldi á privatar hendur. Sjálvur ætlaði eg, at skipast skuldi eitt alment partafelag, sum skuldi reka skipið, og tær 13 millióirnar, ið vit fingu fyri Teistan, ætlaði eg skuldu í hetta partafelag, men tað vildi tingið ikki, sigur Sámal Petur í Grund.
Sámal Petur í Grund sigur, at sambært stýrsiskipanarlógini hevur landsstýrið nú víðari heimildir, og tí er ikki neyðugt longur at fara í tingið, tá hús ella skip hjá landinum skulu seljast. Hann kannaði hetta á lógardeildini áðrenn Teistin varð seldur og bað um at fáa tað skrivtligt, men tað var ikki neyðugt, fekk hann at vita av lógardeildini.
? Fyri at tryggja meg heilt, og tí at italiumenninir bóðu um tað, bað eg løgmann geva mær eina váttan.
Og ta váttanina fekk Sámal Petur í Grund frá løgmanni. Hon er soljóðandi: (týdd úr enskum)
Til tann, ið hetta kann viðkoma
Føroya Løgmaður váttar hervið, at harra Sámal Petur í Grund, føddur 26. juli 1958, er ráðharri í samskiftismálum í Føroyum.
Harra Sámal Petur í Grund hevur fulla heimild til at skriva undir øll neyðug skjøl viðvíkjandi søluni av Teistanum, eisini MoA, Bills of Sale skjølum og protokol fyri latan og góðtøku.
Føroya Landsstýri
Løgmansskrivstovan
14. november 1996
Edmund Joensen
løgmaður
? Nú Grannskoðanardeildin er komnir við so nógvum viðmerkingum, so tykir tað mær løgi, at júst málið um søluna av Teistanum verður pilkað burturúr, heldur Sámal Petur í Grund, sum ikki heldur ætlanina vera aðra, enn at seta hann í ringt ljós.
Edmund Joensen hevur boðað frá, at hann fer at kanna málið. T. v. s., at hann fer at biða lógardeildina, sum er undir løgmanni, kanna málið. Skjalið, sum Sosialurin í dag prentar vísir, at tað er løgmaður sjálvur, sum hevur givið Sámal Petur í Grund heimild at selja Teistan.
Tí fer lógardeildin hjá løgmanni helst at kanna egna leiðara sín, løgmann, og hansara heimildir?
Tað eydnaðist okkum ikki at hitta løgmann, áðrenn blaðið fór til prentingar.