Hendan veljarakanningin má fáa samgonguna at vakna. Tað heldur jenis av Rana, formaður í Miðflokkinum.
Veljarakanningin gevur Miðflokkinum 5,3 prosent av atkvøðunum og tað er eitt prosent minni enn á seinasta løgtingsvali. Men hann varðveitir sínar tveir tinglimir.
- Tá ið hugsað verður um tann lúsing, samgongan annars hevur fingið, kann eg ikki vera annað enn nøgdur, sigur Jenis av Rana.
Hann sipar til, at Sambandsflokkurin missur ein tingmann og Fólkaflokkurin missur tveir.
Formaðurin í Miðflokkinum heldur, at hetta er ein greið ábending um, at fleiri viðurskifti í samgonguni eru farin av leið.
- Politiska kósin er ikki tann rætta. Tann sosiali profilurin manglar og tað ivist eg ikki í, at veljarin hevur ansað eftir.
Men Jenis av Rana heldur eisini, at veljarakanningin er ein greið ábending um, at løgmaður hevur ikki verið nóg vakin.
- Hann hevur ikki verið nóg avgjørdur í avgerðandi málum. Ella hann hevur verið ov hampiligur, er ein annar máti at siga tað upp á. Hann hevur í øllum førum ikki sæð vandateknini og hevur tessvegna verið ov seinur at at vísa neyðuga fastleikan sum stjórnarleiðari.
- Tað er hurlivasin hesar seinastu vikurnar um Eysturoyartunnilin besta prógvið um. Tað er langt síðani, at eg ávaraði ímóti hesum, tí hetta málið kundi verðið loyst tríggjar vikur áðrenn tað varð loyst.
- Løgmaður hevur latið sær lynda, at politikarar í samgonguni eru farnir at máað støðið undan sjálvum fólkaræðinum og tað hevur fingið veljaran at reisa seg, heldur Jenis av Rana.
Hann heldur, at hetta má vera vekjarin, sum fær samgonguna at stinga fingurin í jørðina.
Samgongan má umhugsa um politiska kósin er tann rætta, staðfestir Jenis av Rana.
Les eisini:
Kaj Leo: Positivt yvirraskaður
Jørgen: Ein løtumynd av tunnilsøði
Poul væntaði at detta niður ímillum
Høgni: Fólk viðurkenna tað vit gera