28. august fylli Kaj Leo Holm Johannesen 50 ár. Og á sjálvum føðingardegnum skal hann møta í rættinum, har hann skal avhoyrast í sambandi við kanningar hjá Hans Gammeltoft Hansen, sum av løgtinginum er settur at kanna málið um Skálafjarðatunnilin, sum elvdi til so nógv rok í fjør. Tað endaði við, at løgmaður koyrdi Kára P. Højgaard frá sum landsstýrismann – og nógvar skuldsetingar um ósannindi og annað hava hingið í luftini síðani.
Dagin eftir føðingardag løgmans skal Kári P. Højgaard avhoyrast og mánadagin 1. september skal løgmansstjórin, Marjun Hanusardóttir avhoyrast, visti útvarpið at siga í morgun.
Fyrr í summar eru fleiri embætisfólk avhoyrd eins og Aksel V. Johannesen, formaður Javnaðarfloksins og Høgni Hoydal, formaður í Tjóðveldi.
Undir avhoyringunum av Rúna Joensen, fyrrverandi aðalstjóra í fyrrverandi Innlendismálaráðnum segði hann eitt nú, at tað løgmaður sjávlur sum defacto gjørdi avtaluni við CIP um milliónaendurgjaldið. Løgmaður hevur yvir fyri løgtinginum blankt afturvíst, at hann hevði nakað sum helst við samráðingarnar við CIP at gera.