Eftir áarførið í Keypmannahavn seinasta vikuskiftið verður roknað við góðum summarveðri í danska hvøuðsstaðnum um vikuskiftið. Veðurstovan DMI sigur, at hitin fer upp um 20 stig í dag og í morgin.
Hetta eru góðar umstøður hjá føroyska festivalinum Mítt Land, ið verður hildin á Amager hetta vikuskiftið.
Festivalurin byrjar í dag kl. 17.30 við, at løgmaður Kaj Leo Holm Johannesen setir festivalin. Sendiharrar í Keypmannahavn eru bodnir við til setanina av Mítt Land, og fleiri teirra hava latið frætta frá sær, at teir koma á festivalin í dag.
Fyrsta framførslan verður við Killer Jane kl. 18.00 í dag, og síðani verður hildið fram við tónleikaframførslum í tveir dagar.
Fyrireikararnir siga, at teir hava lært av royndunum í fjør, og í ár hava tey syrgt fyri, at tað verður ovmikið av drykkjuvørum og mati á festivalinum.