Í kvøld verður seinna hálvfinalan í kappingini um Løgmanssteypið millum B36 og Víkingi. B36 vann fyrra dystin í Gøtu 1-0, men U21 landsliðsvenjarin, Bill M. Jacobsen, heldur ikki at nakað er avgjørt enn.
Rás2 sigur beinleiðis frá steypadystinum millum B36 og Víking í kvøld klokkan 18.30
- Eg ivist ikki í, at B36 fer út fyri at vinna dystin í kvøld og helst avgera hann skjótt. Tað verður ov vandamikið hjá teimum at verja ein 1-0 leiðslu, sigur Bill M. Jacobsen, sum verður viðmerkjari á Rás2 í kvøld.
Víkingur er trífaldur steypavinnari og hevur tað við at avrika, tá mest stendur á. Umframt tað, so vístur teir sunnudagin, at Víkingur eisini kann vinna hini oddaliðini. Teir vunnu 4-2 á NSÍ við Løkin.
- Víkingur vísti í Runavík hvat teir kunnu. Havandi tað í huga, so skulu teir bara fram at skjóta eitt mál fyri at fáa javnvág á máltaluna. Víkingur prógvaði eisini, at teir kunnu skjóta mál á útivølli, sigur Bill M. Jacobsen.
U21 landsliðsvenjarin væntar eisini, at tað koma fleiri mál í dystinum í kvøld.
- Eg vænti, at liðini koma at skiftast um at verða á odda samanlagt og eg vænti fleiri mál, sigur Bill M. Jacobsen.
Seinna hálvfinalan verður í Gundadali í kvøld klokkan 18.30. B36 vann fyrra dystin 1-0 við máli, sum Gestur B. Dam skoraði. Víkingur verður uttan Atla Gregersen, sum bleiv útvístur í Runavík, meðan Jákup á Borg er tøkur aftur fyri B36.