Tveir menn eru dripnir og ein særdur í eini anti-yvirgangsatsókn í kvøld í býnum Verviers í Belgia.
Løgreglan segði á tíðindafundi í kvøld, at menninir hava verið undir eftirliti í eina tíð.
Løgreglan er sannførd um, at mennirnir tilrættisløgdu eina størri atsókn í Belgia, skrivar dr.dk.
Ymiskt bendir á, at talan er um menn, ið hava verið í Sýria, sonevndir Sýria hermenn, ið eru vendir heim aftur fyri stuttari tíð síðani.
Úr Verviers hava millum seks og tíggju persónar í 20´unum ferðast til Sýria. Miðlar skriva, at ein eldri víðgongdur imamur hevur eggjað teimum til.
Servandir løgreglumenn royndu at koma sær innar í íbúðina hjá monnunum, men teir skutu eftir løgregluni´og í fleiri minuttir fór skotbardagi fra. Menninir høvdu automatvápn, og tveir av monnunum lótu lív í skotbardaganum.
Hvørki løgreglufólk ella folk annars fingu skaða.
Spurningar verða nú reistir, hvørt nakað samband er millum hendingina í kvøld, og yvirgangin í París herfyri. Enn letur ikki til, at samband er, men hinvegin vil ongin afturvísa, at so er, skrivar dr.dk.
Miðlar í Belgia vilja vera við, at nøkur av vápnunum, sum brúkt vórðu í Párís, vóru keypt á eini tokstøð í Bruxelles.
Løgreglan í Belgia hevur gjørt húsarannsóknir á 10 adressum hjá fólki, ið løgreglan metir eru vend heim úr Sýria.