Myndin er tilvildarlig.

Løgreglan: Fleiri eru dottin í hálkuni í morgun

Tað er úr Havn, at løgreglan hevur fingið fleiri fráboðanir um, at fólk eru dottin í hálku og eru endað á skaðastovuni.

Myndin er tilvildarlig.

Tað er aftur hált í morgun, men higartil í morgun hava trupulleikarnir ikki verið í ferðsluni úti á vegunum.

 

- Í morgun hava vit ístaðin fingið fleiri fráboðanir um, at fólk í Havn eru gliðin og dottin, og í fleiri førum eru fólk endað á skaðastovuni.

 

Vaktleiðarin visti í morgun at siga, at tey høvdu fingið fleiri fráboðanir um slíkar hendingar, og at løgreglan eisini hevur verið úti og hjálpt fólki.

 

- Tað er serliga á síðuvegunum og í teimum smáu gøtunum í Havn, at slíkar hendingar hava verið í morgun, sigur vaktleiðarin.

 

Spurdur, um álvarsligir skaðar hava staðist av hendingunum í morgun, sigur vaktleiðarin, at tað er trupult hjá teimum at meta um.

 

- Men, tað er ikki óhugsandi, at onkur brot kunnu hava verið, men vónandi eru fólk sloppin sum best, verður lagt aftrat.

 

Myndin er tilvildarlig.