Løgreglan hevur fleiri mál um eldsbrunar

Í gjár var enn ein eldsbruni, hesaferð á Viðareiði. Løgreglan arbeiðir í løtuni við at greiða fleiri eldsbrunar, sum hava verið.

Løgreglan hevur fleiri eldsbrunar at lýsa og greiða, og aftur í gjár var eldur í einum sethúsum á Viðareiði, og eisini hesin eldurin skal kannast av teknikara hjá løgregluni.

 

Fara vit nakrar mánaðir aftur, var eldur fyrst í einum goymslubygningi hjá Vágs Skipasmiðju.

 

Siðan var eldur var í Slættabergi í Klaksvík, í City Church í Havn, og at enda var eldur í hesi vikuni eisini í Number 1 Pizza í Vágsbotni.

 

Vaktleiðarin á løgreglustøðini visti í morgun at siga, at fráboðanin um eldin í sethúsunum á Viðareiði kom um 22-tíðina í gjárkvøldið.

 

- Her var roykur og nakað av eldi, men sløkkiliðið fekk skjótt tamarhald á støðuni, og her var eingin fólkaskaði.

 

Løgreglan sigur, at eldsbrunin á Viðareiði, sum kyknaði í einum uppíbygningi til sethúsini, verður kannaður, men í løtuni er ógreitt, hví eldurin kyknaði.