Løgreglan hevur havt eina friðarliga nátt

Heldur ikki í nátt hevur nakað serligt av fólki verið í býnum . men ein bilur fór illa í ferðsluóhappi

Heldur ikki í nátt hevur nakað serligt verið verið av fólki í býnum og løgreglan sigur, at tað hevur verið stak friðarligt.

 

Síðani nýggju koronutilmælini frá landsstýrinum upp undir seinasta vikuskiftið, hevur verið rættiliga tómligt í náttarlívinum – og tað var tað eisini í nátt, sigur løgreglan. Løgreglan var á gátt á fleiri skeinkistøðum, men har var ikki nógv fólk.

 

Eina ferð mátti løgreglan uppí tá ið tveir mans komu rættiliga til ilnar, men tá ið teir fóru hvør til sítt, var tað kortini í sátt og semju, sigur løgreglan. Men bíða tey eftir at vita um annar av teimum, ella kanska báðir fara at melda, tá ið teir eru vaknaðir aftur.

 

Mitt í nátt var eitt ferðsluóhapp á vestara armi á Skálafjørðinum, har ein bilførari misti tamarhaldið í bilinum, so at teir fóru út av. Løgreglan sigur, at trý fólk vóru í bilinum. Tey sluppu snikkaleys frá óhappinum, men bilurin fór illa. Løgreglan veit ikki, hví óhappið hendi, men rúsdrekka, ella rúsevni, vóru í hvussu so er iikki uppi í.