Grønlendska løgreglan kannar eitt illgrunasamt andlát í grønlendsku bygdini Ittoqqortoormiit.
Tað skrivar løgreglan í tíðindaskrivi.
Í morgun klokkan 07:53 fekk grønlendska løgreglan eina fráboðan um ein persón, sum varð funnin deyður á einari adressu í býnum.
Løgreglan sigur, at talan er um ein 39 ára gamlan mann, sum er deyður.
/Ritzau/