Tað hendir eftir boðum frá einum dómara, sum hevur givið løgregluni heimild at savna upplýsingar um møguligar ólógligar gjaldingar.
Sosialistaflokkurin er stjórnarflokkur í Spania, og Pedro Sánchez er formaður í flokkinum og forsætisráðharri í landinum.
Sambært sponsku avísini El Confidencial snýr málið seg um møgulig óreglusemi í statsliga holdingsfelagnum Sepi.
Løgreglan gjørdi í dag ófráboðaða kanning á høvuðsskrivstovuni hjá flokkinum í Madrid.
Ein talsmaður fyri sosialistaflokkin sigur við sponsku útvarpsstøðina Catalunya Radio, at flokkurin samstarvar við myndugleikarnar og tekur støðuna róligt.
Málið hevur longu elvt til nógv kjak í sponskum politikki, tí stjórnin hjá Pedro Sánchez hevur verið undir trýsti av fleiri skuldsetingum og kanningum seinastu tíðina.










