Vaktleiðarin á løgreglustøðini í Havn sigur, at tey hava fingið onkrar fráboðanir, eftir at løgreglan um nátturðatíð í kvøld eftirlýsti havnarmannin, 48 ára gamla, Klæmint Eli Poulsen.
- Maðurin er ikki komin aftur í aftur, men vit hava fingið ymiskar upplýsingar, og vit taka fegin móti fleiri upplýsingum, um fólk kunnu hjálpa okkum at finna mannin aftur.
Vaktleiðarin vil tó ikki siga nakað ítøkiligt um, hvat fólk, sum hava latið við seg koma, hava sagt løgregluni.
- Klæmint Eli Poulsen er ikki komin aftur í aftur, og tí vilja vit fegin frætta, um fólk vita um mannin at siga, sigur vaktleiðarin.
Klæmint Eli Poulsen er seinast sæddur um nátturðatíð í gjárkvøldið, tá hann koyrdi á Kaldbaksvegnum við Sundsverkið norðureftir. Síðan hevur eingin havt nakað samband við hann, sigur løgreglan.
Bilurin hjá Klæminti Eli Poulsen er av slagnum Toyota Landcruiser. Hann er gráur og hevur nummarplátu HP 037.
- Klæmint Eli Poulsen er 180 sentimetrar høgur, hevur stutt-klipt gráligt hár. Hann er ílatin svartan jakka og svartar buksur, sigur løgreglan við Kringvarpið.
Løgreglan í Havn hevur tlf. 351448.