Løgreglan lærir seg at jagstra Sea Shepherd

Í morgun hevur eitt væl útgjørt lið av politistum verið í Fuglafirði

Í morgun hevur verið rættiligt lív í á Fuglafirði.

Tær fyrstu fráboðanarnir, vit fingu, vóru frá fólki, sum høvdu sæð ein politibil fara norðureftir eftir við einum skjóttgangandi báti á einum viðgestisvogni.


Annars hava fólk ringt og boðað frá, at tey hava sæð ein skjóttgangandi politibát jagstra ein skjótt gangandi bát hjá Sea Shepherd. Samstundis hava fólk sæð eitt salatfat fara ýlandi til Fuglafjarðar.

Men tað var ikki so dramatiskt, sum tað sá út.

 

Tvørtur ímóti er talan um eina venjing, har løgreglan hevur vant at jagstra teir skjóttgangandi bátarnar hjá Sea Shepherd inni á einum fjørði og sum tað sæst á myndini, var talan um vælútgjørt løgreglulið.


Men fólk vita eisini at siga, at Sea Shepherd hevur hildið nógv til á Fuglafirði, men í morgun steðgaði løgreglan teimum á Kambsdali og forðaði teimum at koma til Fuglafjarðar.

Annars vil løgreglan einki upplýsa um venjingina.

 

Men tey hava áður sagt, at tey er væl fyrireikað, skuldi tað hent, at Sea Shepherd leggur uppí eitt grindadráp.

Løgreglan hevur fingið eyka manning og skjóttgangandi bátar og samstundis eru tey eisini fyrireikað upp á at skula handtaka og herberga einum stórum tali av fólki ísenn.