Hetta vikuskiftið hava tvey stór tiltøk verið, men tað hevur løgreglan ikki merkt nakað til. Bátastevna hevur verið á Eiði og í Hósvík og í Nólsoy hevur ovastevna verið, har eini 6.000 fólk vóru samlað, har endaðu bátarnir frá bátastevnuni eisini.
Men løgreglan sigur, at tað hava tey merkt nakað til, tí tað hevur ikki elvt teimum til nakað sum helst arbeiði. Løgreglan var til staðar á bátastevnuni við politibáti, men har var alt stak friðarligt.
Hinvegin sigur, løgreglan, at tey hava givið tveimum fólkum bót fyri at brot á skilhaldsreglurnar, tað er tað, sum fyrr kallaðist politiviðtøkurnar. Teir vóru so ólátaðir í býnum, at tað var til ampa fyri onnur og tí fingu teir bót.
Somuleiðis varð ein bilførari í Suðuroy tikin fyri at koyra við kenning, men burtursæð frá tí hevur løgreglan ikki havt nakað at gera.