Mette Frederiksen skuldi fyrrapartin avhoyrast av minka-nevndini í rættinum á Frederiksberg. Hetta er í samband við sakarmálið um hópadrápini av minkum, sum fór fram í Danmark fyri góðum ári síðani. Síðani tá hevur ruðuleikin verið stórur í fólkatinginum, og eru fleiri aðrar tvístøður komnar upp at venda, ið allar peika beint aftur á stjørnina – og ikki minst Mette Frederiksen.
Tíðliga seinnapartin í dag, møtti danski forsætisráðharrin upp uttanfyri rættarsalin á Frederiksberg. Hon varð móttikin av miðlafólki, men hoyrdi nóg illa hvat varð spurt um. Hetta var orsakað av mongu borgarunum, ið eisini vóru til staðar, og sum larmaðu og mótmæltu henni eins og hennara avgerðum sum forsætisráðharra. Bæði í samband við drápini av minkunum, men eisini tí vaccinatións-skipan eins og generellu korona handfaringini, ið stjórnin hevur útinnað.
Til spurningarnar um hvørs hetta ávirkar hana, so svarar forsætisráðharrin, at hon er noydd at taka ávísar avgerðir, ið hon metir tæna landinum best. Síðani at hon gleddi seg at koma inn í rættarsalin, og at leggja fram fyrstu nágreiniligu frágreiðingina fyri rættinum.
Mótmælið gjørdist heldur ógvusligt, og mátti løgreglan nýta vald og taka fram stavar sínar. Higartil eru tveir mans handtiknir, sum báðir luttóku í mótmælinum.