Fyrradagin gjørdi løgreglan serligt átak ímóti prutlum í Vágum. Tá vóru trý ólóglig prutl tikin. Í gjár var sama átak gjørt í Havn.
Løgreglan fær javnan fráboðanir um prult, sum koyra skjótt og larma illa. Tá er skjótt at hugs, at hesi prutl ikki eru lóglig.
Eitt lítið prutl skal ikki kunna koyra meira enn 30 km um tíman. Kann tað kortini tað, so er tað tí, at tað bygnaðariliga er broytt, tað sum fyrr varð nevnt »tunað«. Og prutlið er ólógligt, um tað kann koyra meira enn 30 km um tíman. Tað er altso ikki neyðugt, at tann sum kuyrir prutlið, verður tikin fyri at koyra meira enn 30 km um tíman.
Av teimum átta prutlunum, sum løgreglan steðgaði í miðstaðarøkinum í gjár, vóru fýra bygnaðarliga broytt.
Løgreglan kannar slík prutl við at seta tey á eina rullufjøl, sum vísir, hvussu skjótt prutlið kann koyra.
Kanningarnar í gjár vístu, at fýra av átta vístu seg at kunna koyra meira enn 30 km um tíman. Eitt koyrdi 54 km um tíman, eitt 60 km um tíman, eitt 66 km um tíman og eitt 74 km um tíman.
Í slíkum førum fær eigarin bót. Og eigarin er ofta foreldrini hjá hesum ungu dreingjunum.
So er spurningurin, um foreldrini vita av tí, at prutlið hjá barni teirra er tunað til at koyra 74 km um tíman í staðin fyri loyvdu 30 km um tíman. Eitt prutl, sum koyrir 74 km um tíman er jú eitt sjálvmorðsvápn, tí sera stórur skaði kann henda, um illa vil til.