Hóast veðrið hevur verið til vildar og nógv fólk hava verið í býnum um vikuskiftini seinastu tíðina, so hevur tað ikki verið orsøk til at løgreglan hevur fingið nógv eykaarbeiði, tíbetur.
Og hetta vikuskiftini var ikki øðrvísi í so máta.
Vakthavandi á løgreglustøðini í Havn sigur, at tað einasta sum teir hava fingið fráboðan um hetta vikuskifti var eitt slagsmál uttan fyri ein ølklubba.
Tveir mans komu upp at skeldast inni í ølklubbanum. Annar teirra fór á dyr, men stillaði seg at bíða til hin kom út og har legði hann so á hann.
Tann álopni meldaði tilburðin til løgregluna dagin eftir og vakthavandi sigur, at frágreiðing er skriva í málinum.
Vakthavandi sigur tó, at teir um vikuskifti hava havt liggjandi gestir, sum vóru ov fullir til at vinna upp hús. Í slíkum førum er vanligt, at fólk verða sett aftur á gøtuna tíðliga morgunin eftir.