Løgtingið er opið á Mentanarnáttini

Umframt fleiri málarí er eisini hendan bringumyndin av Niels Winter (1822 - 1892) at síggja í Løgtinginum.

 

 

Á Mentanarnáttini í Tórshavn fer listafrøðingur frá Listasavninum at greiða frá nøkrum av mætu listaverkunum, sum eru í Løgtinginum. 

 

Kom og hoyr um Mikines, Ingálv av Reyni og Kjarval. 

 

Listatúrarnir byrja kl.18.30, kl.19.30 og kl.20.30. Bílegg tær pláss á einum av hesum túrunum her.

 

Løgtingið er opið frá kl.18.00 til kl.21.00, tá øll eru vælkomin. 

 

Umframt fleiri málarí er eisini hendan bringumyndin av Niels Winter (1822 - 1892) at síggja í Løgtinginum.