Ein av fyrstu uppgávunum hjá Løgtinginum eftir ólavsøku er at velja tveir fastar limir og tveir varalimir til Norðurlandaráðið.
Samgongan hevur valt Sunnvu Dahl Høgfeldt úr Sambandsflokkinum sum fastan lim. Varalimur hjá samgonguni verður Fía Selma Nielsen úr Fólkaflokkinum.
Andstøðan hevur valt Bjørg Brynhildardóttir Egholm úr Tjóðveldi sum fastan lim, meðan Høgni Hoydal, eisini úr Tjóðveldi, verður varalimur.
Norðurlandaráðið er almenna samstarvsforumið hjá tingunum og stjórnunum í Norðurlondum og sjálvstýrandi økjunum Føroyum, Grønlandi og Álandi. Limirnir umboða Løgtingið í samstarvinum og taka lut í arbeiðinum í ráðnum.










