SF: Faroe5 skal spæla størstu konsertina

Einki kann samanberast við framførsluna, sum Faroe5 skal hava á Summar Festivalinum

Lagt verður upp til eina av stóru løtunum í føroyska festivalsummarinum, tá ið tiltikni gentubólkurin Faroe5 spælir á Summar Festivalinum í næstu viku.

 

Hittbólkurin Faroe5 hevur eftir 15 ár gjørt comeback og hevur havt nakrar einstakar, góðar framførslur, men einki kann samanberast við tað, sum tær og áhoyrararnir fara at uppliva leygarkvøldið á Summar Festivalinum.

 

Tá fer Faroe5 at framføra á landsins størsta og best útgjørda palli frammanfyri størstu áhoyrarfjøldini í føroyska festivalsummarinum. Tá fara hitt sum "Bara Eitt Spæl", "Tú Fert Altíð At Vera Har", "Eg Vil Hava T" og fleiri at runga sum ongantíð áður.

 

Faroe5 kom við fyrsta sanginum í 2008, og "Bara eitt spæl" var stórt summarhitt hetta árið. Tá ið fyrsta heildarútgávan kom út sama summar, hevði hon fleiri hitt við sær, og Faroe5 var frá fyrsta tóna ein risastór suksé.

 

Í 2009 spældi Faroe5 á fleri summartiltøkum – eitt nú høvdu tær framførslu á stóra palli á Summar Festivalinum – men nakað seinni fór bólkurin í dvala. Sangirnir hava tó livað sítt egna lív, og nú eru tær í Faroe5 aftur til reiðar at spæla stóra festivalkonsert.

 

Nú sum tá eru songkvinnurnar í Faroe5 Lillian Dalsgaard, Asta Højgaard, Jónvá Ellingsgaard, Ragnhild Dam og Vígdis Fjallstein Christiansen.

 

Summar Festivalurin verður hildin í døgunum 6. til 8. august 2026.

 

##med2##