Meiri ferð skal setast á grøna orkuskiftið

Landsstýrið vil økja framleiðsluna av varandi orku og minka um útlátið.

Orkuskiftið verður framvegis eitt av høvuðsmálunum hjá landsstýrinum.

Í ólavsøkufrágreiðingini verður víst á, at arbeiðið við vindorku, vatnorku og øðrum varandi orkukeldum skal halda fram við fullari ferð.

Miðað verður eftir, at ein størri partur av føroysku orkunýtsluni verður grøn, samstundis sum oljunýtslan verður minkað.

Landsstýrið vísir eisini á týdningin av at útbyggja elnetið og styrkja orkukervið, soleiðis at tað klárar vaksandi tørvin frá bæði vinnu og húsarhaldum.

Málið er bæði at styrkja veitingartrygdina og at minka um veðurlagsávirkanina.