Altjóða trygdarpolitiska støðan hevur broytt seg nógv seinastu árini, og tað eigur eisini at síggjast aftur í føroyska leiklutinum.
Í ólavsøkufrágreiðing løgmans leggur hann dent á, at Føroyar skulu hava størri ávirkan á avgerðir, sum verða tiknar í NATO, tá tær hava beinleiðis týdning fyri føroysk viðurskifti.
Russiska innrásin í Ukraina og vaksandi hernaðarliga virksemið í Norðuratlantshavi hava gjørt Føroyar meira týdningarmiklar í trygdarpolitiskum høpi. Tí heldur landsstýrið, at føroyskir myndugleikar eisini eiga at verða tiknir við í viðkomandi samráðingum.
Landsstýrið vísir á, at føroysk sjónarmið skulu lyftast fram í samstarvinum við donsku stjórnina, og at samskiftið við NATO eigur at styrkjast.
Samstundis verður dentur lagdur á, at føroyska samfelagið skal vera væl fyrireikað til nýggja trygdarpolitiska veruleikan. Tað fevnir um bæði tilbúgving, infrakervi og altjóða samstarv.










