Bústaðarmarknaðurin verður framvegis ein av størstu politisku avbjóðingunum í Føroyum.
Í ólavsøkufrágreiðingini boðar landsstýrið frá, at arbeiðið við at økja um talið á bústøðum heldur fram. Málið er bæði at fáa fleiri eigarabústaðir og fleiri leigubústaðir kring landið.
Landsstýrið vísir á, at serliga ung og barnafamiljur hava ilt við at fáa fótafestið á bústaðarmarknaðinum, og tí skulu nýggjar loysnir finnast í samstarvi við kommunur og privatar íleggjarar.
Dentur verður eisini lagdur á, at skipanir og reglur skulu gerast smidligari, so bygging kann fara skjótari fram.
Sambært landsstýrinum er ein vælvirkandi bústaðarmarknaður ein fortreyt fyri bæði fólkavøkstri og vinnumenning.










