Løgtingsins Umboðsmaður átalar Landssjúkrahúsið

Landssjúkrahúsið ásannar, at tey hava gjørt ein feil.

Løgtingsins umboðsmaður, Sólja í Ólavstovu, hevur í dag kunngjørt eina niðurstøðu í samband við eitt mál, har ein borgari hevur klaga um, at hóast hann hevur biðið um hetta, so hevur hann onga skrivliga grundgeving fingið frá Landssjúkrahúsinum, um hví hann varð noktaður ein fylgjarar til sjúkraviðgerð í útlondum.


Í niðurstøðuni hartar Umboðsmaðurin Landssjúkrahúsið fyri teirra avgerð, at ikki geva borgaranum eina skrivliga frágreiðing um hví viðkomandi varð noktað ein fylgjara.


- Eg meti, at avgerð, um at nokta umsókn um fylgjara til sjúkraviðgerð uttanlands, er ein byrða hjá móttakaranum, tí hesin er í einari viðkvæmari støðu vegna sjúku. Eg meti tí, at sambært góðum fyrisitingarsiði, átti Landssjúkrahúsið at givið umsøkjara skrivliga grundaða avgerð í teimum førum, har umsókn um fylgjara til sjúkraviðgerð ikki verður gingin á møti.


Harumframt vísir Umboðsmaðurin á, at tað er átaluvert, at Landssjúkrahúsið ikki hevur gjørt nakað við mannagongdirnar, hóast Føroya Kærustovnur áður hevur gjørt Landssjúkrahúsið vart við, at tað er óheppið í mun til kæruviðgerðina, at avgerðirnar eru munnligar, og seinkar hetta viðgerðina av málinum.


Umboðsmaðurin heitir at enda á Landssjúkrahúsið, um at broyta siðvenjuna á hesum øki.


- Eg fari tí at heita á Landssjúkrahúsið um at broyta siðvenju og geva sjúklingum, sum fáa noktað ein fylgjara, skrivliga grundgeving fyri hesi avgerð.


Í niðurstøðuni vísir Løgtings Umboðsmaður eisini á, at Landssjúkrahúsið yvirfyri Heilsumálaráðnum, hevur ásannað, at tað var ein feilur, at borgarin ikki fekk eina skrivliga grundgeving fyri hví tað varð mett, at hann sum sjúklingur fall uttanfyri krøvini til fylgjarar.