Løgtingslimir til Kina á kanningarferð

Við sær hava tey eitt upplegg til eina fríhandilsavtalu ímillum Føroyar og Kina

- Tað hevur stóran týdning fyri Føroyar at styrkja samvinnuna við Kina.


Tað sigur Alfred Olsen, formaður í vinnunevndini hjá Løgtinginum.


Tað er orsøkin til, at Vinnunevndin hjá Løgtinginum nú fer til Kina á eina kanningarferð.


Alfred Olsen sigur, at vinnunevndin fer av landinum leygardagin 11. januar og verður aftur eina viku seinni.


- Ferðin er ikki drúgv, men hon verður serstakliga strævin, sigur formaðurin í vinnunevndini.


Hann sigur, at á ferðini fara føroysku umboðini at hitta umboð fyri politiskar myndugleikar í Kina, umboð fyri ymisk ráð og stovnar og umboð fyri vinnulív av ymsum slagi.


Á ferðini skulu føroysku umboðini eisini tosa við heilsufrøðiligu myndugleikarnar í Kina, altso tað, sum svarar til okkara Heilsufrøðiligu Starvsstovu. 


Og tey skulu eisini tosa við ferðavinna í Kina, umframt við fólk sum fáast við at menna grønar og varandi orkukeldur.


Alfred Olsen sigur, at limirnir í vinnunevndini fara somuleiðis at tosa við norsk umboð í Kina, og kanska umboð fyri onnur lond við, at fáa kunning um, hvussu tað er hjá útlendingum at fáa fótin fyri seg á kinesiska marknaðinum.


- Vit halda, at tað eru rættiliga góðir møguleikar hjá føroyingum at fáa nógv størri samhandil og samvinnu við Kina, sigur Alfred Olsen.


Tískil fer Vinnunevndin eisini at hava eitt upplegg til eina fríhandilsavtalu ímillum Føroyar og Kina við sær til Kina.


- Men so fer tað at standa til Løgmann og Uttanríkisráðið at fylgja tí upp, sigur Alfred Olsen


Formaðurin í Vinnunevndini sigur, at føroyski útflutningurin av laksi, og øðrum fiski, til Kina, veksur skjótt.


Men vit hugsa okkum eisini, at fleiri føroysk virki kundu havt áhugað í at stovna deildir í Kina.


- Vit ætla eisini at kanna eftir, hvussu tað liggur fyri at fáa kinesisk ferðafólk til Kina.


Alfred Olsen sigur, at á eitt øki, vit í Føroyum hava stóran áhuga í, er at menna varandi orkuskipanir.


- Á hesum øki eru kinesrarar rættiliga frammaliga, tí Kina er tað landið í heimi, har menningin av varandi orkukeldum gongur skjótast, sigur hann.


- Í hesum sambandi hugsar Alfred Olsen kanska mest um at menna vindorku, men eisini aðrar varandi orkukeldur. 


Við í føroyska ferðalagnum eru tilsamans tíggju fólk. Tey eru teir sjey limirnir í vinnunevndini hjá Løgtinginum, skrivarin hjá nevndini, ein tulkur og føroyski sendimaðurin í Keypmannahavn.

 

Limirnir í Vinnunevndini eru: Alfred Olsen, formaður, Bjørt Samuelsen, næstformaður, Hanus Samró, Kári P. Højgaard, Aksel V. Johannesen Bjarni Djurholm og Janus Rein.