Hvat hevur Danmark fingið burturúr at hýsa flóttafólkum? Eru tað ikki júst hesi somu fólk, sum í fyrsta, annað ella triðja ættarlið eru fremstu sympatisørar við eitt nú Islamiskum Stati?
Orðini eigur løgtingsmaðurin og borgarstjórin á Sandi, Brandur Sandoy.
Hann ger í lesarabrævi púra greitt, at eingi flóttafólk skulu til Føroya.
– Vit eiga at spyrja okkum sjálvi, hvat hava hesi fólk at tilføra føroyska samfelagnum? Hvussu nógv ríkari verða vit í Føroyum, tá talan eitt nú er um mentan, pening, íverksetan, initiativ, inovatión, spyr løgtingsmaðurin.
– Eru tað ikki júst hesi fólk, sum Danmark í dag hevur ein álvarsligan trupulleika av, bæði við at hesi fólk súgva landið fyri pening fyri onki at gera, og tí at tey eggja til ófrið millum aðrar av teirra líkum, móti donsku yvirvøldini?
Brandur Sandoy heldur, at løgmaður hevur naiva hugsan, sum sær als ikki hóvar.
– Hetta at halda, at vit skulu verða katólskari enn pávin við at vit, 48.000 fólk, skulu frelsa heimin frá allari neyð, at vit bara skulu ignorera fólk sum koma til Føroya at bróta okkara lógir og noyða sína veruleikahugsan niður yvir skallan á okkum, er so langt burtur frá mínari verð, at tað finnast ikki orð fyri tí.
Men Brandur Sandoy vil kortini ikki, at vit skulu lata landið aftur fyri fremmandafólki.
– Eg haldi, at vit eiga at fáa arbeiðsamar útlendingar til Føroya, so hvørt vit sum land hava tørv á fólki, og um so er, at okkara fólk finnur makar av øðrum uppruna enn føroyskum, sigur Brandur Sandoy, sum leggur afturat, at hetta altíð eigur at verða upp á okkara fyritreytir.
– Og verður tað ikki góðtikið, so er hurðin einasta alternativið.
Brandur Sandoy heldur, at fyrst skulu hjálpa teimum, sum treingja til hjálp í Føroyum, áðrenn vit hugsa um onnur aðrastaðni í heiminum.
– Tað verður ikki við hjálp frá Brandi Sandoy, at vit taka trupulleikar til Føroya, sum ikki eru her í dag, sigur Brandur Sandoy.
Lesarabrævið kann lesast VIÐ AT TRÝSTA HER