Løgtingsmenn skulu hava góða løn

Vit skulu vera stolt av at vera fólkavaldir løgtingslimir

- Veljarin er ikki býttur og hann dugir væl at síggja, at hetta er tað bera valagn.

Tað staðfestir Bill Justinussen, tingmaður fyri Miðflokkin.

 

Hann heldur ógvuliga lítið um, at Poul Michelsen, løgtingsmaður fyri Framsókn, nú hevur lagt uppskot fyri løgtingið um at endurskoða reglarnar fyri, hvussu løgtingslimir skulu samsýnast.

 

Poul Michelsen hevur lagt uppskot fyri løgtingið um at løgtingslimir skulu sjálvir rinda sína eftirløn, akkurát sum øll onnur.

Hann heldur eisini, at løgtingslimir skulu missa skattafría endurgjaldið fyri ferðing frá bústaði til Havnar á ting, og samstundis skal gjaldið ikki vera hægri enn útreiðslurnar eru í veruleikanum.

 

Bill Justinussen fatar hetta sum eitt uppskot um at lønin hjá politikarum skal lækkast. Og hann undrast á, at royndasti tinglimurin av øllum leggur slíkt uppskot fram.

- Valagn sum hetta, plagar at vera fyrsti ”brølarin” hjá nývaldum tinglimum, sigur hann.

Men veljarin dugir væl at síggja, at hetta er valagn, sigur tingmaðurin fyri Miðflokkin.

 

Bill Justinussen heldur, at tinglimir skulu vera stoltir av tí arbeiði, teir gera og teir skulu ikki traðka á ta tign og ta ábyrgd, tað hevur við sær at vera fólkavaldur løgtingslimur.

- Eg haldi, at løgtingslimir skulu hava góða løn og góðar arbeiðsumstøður, heldur tingmaðurin fyri Miðflokkin.

 

Bill Justinussen sigur, at tað eru ikki løntakararnir, sum rinda sína egnu eftirløn.

- Tað eru arbeiðsgevararnir, sum rinda eftirlønina fyri løntakararunum, sigur løgtingsmaðurin.

 

Og verður uppskotið frá Poul Michelsen samtykt, verður tað ikki løgtingsmenn, sum rinda eftirlønina, tí tað verður landskassin, sum skal rindar eftirlønina, afturat lønini, leggur hann afturat.

 

Bjørt Samuelsen, tingkvinna fyri Tjóðveldi, heldur ikki, at løgtingið eigur at viðgera sínar egnu lønir, tí skeggið verður ov nær høkuni.

Tað eigur at vera ein stovnur uttanfyri løgtingið, sum ásetir lønirnar hjá politikarunum, heldur hon.

 

- Tað royndu vit, tá ið samsýningarnar hjá landsstýrinum vórðu endurskoðaðar, men tað riggaði heldur ikki, tí vit fylgdu ikki tilmælinum, sigur Bill Justinussen.

Hann vísir, at eitt tilmæli hjá nevndini, var, at landsstýrisfólkini skuldi fáa bil, men tað vildi løgtingið ikki góðtaka og fylgdi sostatt ikki tilmælinum.

 

Les meiri um sama mál um ein hálvan tíma: Poul Michelsen følir seg útspiltan av Bill Justinussen.