– Ja so bleiv Sjálvstýri 120 ár, og so var tað tað.
Soleiðiðs svaraði Sámal Petur í Grund, formaður Sjálvstýrisins, tá hann varð spurdur um, hvat hendir, um tað ikki eydnast Sjálvstýrinum at verða valt á ting.
Tað eydnaðist ikki hjá Sjálvstýri at fáa fólk valt á ting seinast, tí tá vantaðu flokkinum 97 atkvøður fyri at røkka upp um tinggáttina.
Tinggáttin seinast var 1.037 atkvøður. Tað var hon, tí tað er 1/33 partur av samlaðu atkvøðunum á seinasta løgtings, sum vóru 34.208 í tali. Fyri at fáa umboð valt á ting skal flokkur hava í minsta lagi 1/33 part av atkvøðunum.
Burtursæð frá Verkamannafylkini, sum kom á ting í 1994 og hvarv aftur sum døgg fyri sól i 1998 – og frá Sjálvstýrinum á seinasta vali – so er tað ikki hent síðani 1945 at flokkur, sum hevur havt umboð á tingi, ikki hevur megnað at vunnið upp um tinggáttina. Tí á valunum í 1945 og í 1943 fekk Sjálvstýrisflokkurin ikki umboðan á tingi, sum hann annars hevði havt síðani 1906.
Á valinum í 1943 fekk Sjálvstýrisflokkurin 10,4 prosent av atkvøðunum, og í 1945 fekk hann 9,4 prosent – uttan at fáa umboð valt á ting. So tá hevur tinggáttin verið munandi hægri, enn hon er í dag.
Í 1946 stillaði Sjálvstýrisflokkurin ikki upp til løgtingsvalið – men sjálvstýrismenn stillaðu upp á listanum hjá Javnaðarflokkinum. Og tá bar til hjá Sjálvstýrisflokkinum, sum fekk tveir tingmenn valdar, brøðurnar Símun Petur Zachariasen og Louis Zachariasen, sum vórðu valdir í ávikavist Norðoya og Suðurstreymoyar valdømi.
Men tað gekk so út yvir Javnaðarflokkin, sum misti tveir av sínum seks tingmonnum.
Í andglettinum í Kringvarpinum í morgun varð Sámal Petur í Grund spurdur, hvør framtíðin er hjá Sjálvstýrinum, um tað ikki eydnast at fáa umboð valt á ting hesaferð.
– So verður tað liðugt, í øllum førum fyri mítt viðkomandi. So gjørdist flokkurin 106 ár, og so var tað tað, segði Sámal Petur í Grund.
Á løgtingsvalinum í 2019 varð Kristin Michelsen á Tvøroyri valdur á ting fyri Sjálvstýrisflokkin. Hann hevði áður verið tingmaður fyri Javnaðarflokkin. Men tað eydnaðist honum ikki at vinna sessin aftur seinast. Hann var heldur ikki fremstur á listanum, tað var Sámal Petur í Grund, sum fekk 264 atkvøður, seks fleiri enn Kristin Michelsen.
Men tað vóru bara 97 atkøvður, sum vantaðu í hjá Sjálvstýrinum at vinna upp um tinggáttina á valinum í 2022.











