Men tað kann verða, at løgmaður útskrivar løgtingsval áðrenn vit koma út í oktobermánað.
Tað sigur Kaj Leo Holm Johannesen við info.
Í Føroyum er vanligt, at valskeiðini halda í fýra ár. Og tað merkir fýra ár upp á dagin. Í Danmark kemur tað hinvegin ongantíð fyri, at Fólkatingsvalskeiðið heldur í fýra ár upp á dagin.
Seinsta fólkatingsvalið var 15. september í 2011. Tí verður hildið fyri vist, at fólkatingsval verður í seinasta lagi í junimánaði í ár. Politiski eygleiðarin, Hans Engell, er fyrrverandi formaðurin í Konservativa Fólkaflokkinum segði við info herfyri, at hann ivast ikki í, at Helle Thorning-Schmidt fer at trýsta á valknøttin seinast í mai ella fyrst í juni. Tað merkir so, at tá eru tríggjar vikur til fólkatingsval.
Men soleiðis verður ikki í Føroyum.
– Nei, tað er útilokað, at løgtingsval verður fyri summarfrítíðina, sigur Kaj Leo Holm Johannesen.
– Tað verður bara, um okkurt endar galið, og samgongan slitnar, sigur hann.
Hinvegin sigur hann, at tað sjálvandi kunnu verður praktisk viðurskifti, sum gera, at løgtingvsvalið kanska verður í september heldur enn í oktober. Eitt nú skal fíggjarlógaruppskot gerast klárt at leggja fyri tingi 1. oktober.