Tann 15. august í ár boðaði formaðurin hjá tí konservativa flokkinum, Søren Pape Poulsen, frá at hann vildi verða forsætisráðharri. Frammanundan stóð valið ímillum forsætisráðharra Mette Frederiksen og formannin hjá Vinstra, Jakob Ellemann-Jensen.
Mann skuldi trúð, at tað var nóg mikið við trimum forsætisráðharra-valevnum, men í teimum seinastu døgunum er kjak stungið seg upp um eitt fjórða valevni.
Talan er um fyrrverandi forsætisráðharran og formannin hjá Moderatunum, Lars Løkke Rasmussen, ið fleiri danir halda vera best egnaðan, at røkja valdsmiklasta starvið í Danmark.
- Jamen tað er als ikki realistiskt, svaraði Løkke tá TV 2 fyri løtu síðani spurdi um hann fór at blíva forsætisráðharri eftir valið 1. November.
Ein kanning, sum Epinion hevur gjørt fyri DR og Altinget, vísur at næstflestu danir ynskja, at Lars Løkke Rasmussen verður forsætisráðharri eftir valið.
24 prosent peika á Mette Frederiksen úr Javnaðarflokkinum, 11 prosent peika á Lars Løkke Rasmussen, 10 prosent peika á Jakob Ellemann-Jensen úr Vinstra, 8 prosent peika á Inger Støjberg úr Danmarksdemokratunum og einans 6 prosent peika á Søren Pape Poulsen hjá tí Konservativa flokkinum.
Lars Løkke Rasmussen sigur seg hava tað sum skal til fyri at verða forsætisráðharri, men at tað er órealistiskt, at hann situr við borðendan eftir valið 1. November.
- Fólk skulu ikki vera í iva um, at eg havi verið forsætisráðharri í tveimum setum, og eg meti meg vera føran fyri tí uppgávuni. Men tað er ikki nokk í sær sjálvum. Har eru jú ongir arðir flokkar, ið fara at peika á Moderatarnir, sigur Lars Løkke Rasmussen.