Jakob Elleman Jensen verður nýggjur umhvørvis- og matvøruráharri. Hann hevur verið framsøgumaður hjá fólkatingsbólkinum hjá Vinstra. Hann er bróðir Karen Ellemann, sum samstundis fer frá sum ráðharr. Lars Løkke Rasmussen segði, tá tey komu út frá drotningini fyri løtu síðani, at hann hevði skotið upp, at hon verður nýggj tingbólkaforkvinna í fólkatingsbólkinum hjá Vinstra. Tann fyrsta kvinnan í hesum starvi.
Pápi Jakob Ellemann Jensen og Karen Ellemann er fyrrverandi formaðurin í Vinstra, Uffe Elleman-Jensen, sum eisini var uttanríkisráðharri øll árini í stjórnini hjá Poul Schlüther frá 1982-1993.
Eva Kjær Hansen verður nýggj fiskimaráðfrú sum eisini hevur norðurlandamál undir sær.
Heilt nýggjur í politikki er íverksetin Tommy Ahlers, sum er kendur frá sendingini Løvens Hule á DR1.
Tommy Ahlers er annars limur í Distruptiónsráðnum hjá stjórnini, sum er eitt ráð, sum Lars Løkke Rasmussen hevur sett við fólki, sum hann sjálvur hevur peikað út.
Tommy Ahlers verður útbúgvingar- og granskingarmálaráðahrri eftir Søren Pind, sum legði frá sær í gjár.
Broytingarnar í stjórnini umfata bara ráðharrar hjá Vinstraflokkinum. Ongar broytingar eru í ráðharrunu hjá Liberal Alliance og Konservativa flokkinum.