Løkke stuðlar álopi á Houthiarnar

Bretar og amerikanarar søktu í nátt at uppreistaliði í Jemen

(Mynd: Thomas Traasdahl/Ritzau Scanpix)

Í nátt hava amerikansk og bretsk herlið gjørt álop úr luftini og av sjónum á Houti-uppreistarliðið í Jemen.

 

60 mál á 16 ymiskum støðum vórðu álopin, og sambært uppreistrarliðnum lótu fimm fólk lív, og seks vóru særd.  Eitt nú vóru Tomahawk-rakettir brúktar í álopinum.

 

Houtiarnir hava seinastu tíðina gjørt nógv álop á skip í Reyða Havinum. Sambært amerikonsku hernaðarstøðini Centcom hava 27 álop verið á handilsskip í Reyða Havinum síðani 19. november.

 

Houtiarnir gera álopini, tí Ísrael førir kríggj í Gasa. Bretar og amerikanar siga seg hava framt álopini í nátt fyri at avmarka og fyribyrgja álop á skip í økinum.

 

Danski uttanríkisráðharrin Lars Løkke Rasmussen stuðlar álopinum.

 

– Houtiarnir skjóta eftir friðarligum flutningsskipum og órógva týdningarmikla prinsippið um, at tað skal frítt at sigla í altjóða sjógvi, sigur Lars Løkke Rasmussen við TV2.

 

– Tí er tað bæði proportionalt og neyðugt, at tað verður svarað aftur, og tað stuðlar danska stjórin 100 prosent, sigur hann.

 

Í næstum fer danska stjórnin at leggja fram uppskot um, at ein donsk fregat verður send til Reyða Havið.

 

(Mynd: Thomas Traasdahl/Ritzau Scanpix)