- Tað gongur væl í Føroyum og eftirspurningurin eftir okkara vørum, er stórur.
Tað staðfesti Bergur Poulsen, formaður í Føroya Arbeiðsgevarafelag á vinnudegnum í gjár.
Hann fegnast eisini um, at samgongan hevur sett sær fyri at bøta um útflutningsmøguleikarnar hjá føroyskum vinnulívi við betri handilsavtalum við onnur lond.
Samstundis er endamálið at bøta um um umstøðurnar innanlands, og at gera eina nýggja fiskivinnuskipan.
- Har verður spurningurin um tilfeingisgjøld ivaleyst eisini at verða viðgjørdur.
Hann fegnast eisini um ætlanina at seta eina nevnd at endurskoða skattaskipanina.
- Men vit fara staðiliga at heita a politikararnar um at taka vinnuna við upp á ráð, og eisini onnur, so at úrslitið verður so gott sum gjørligt.
- Størsta avbjóðingin hjá samgonguni verður at tryggjað haldførið í búskapinum og tað er neyðugt, eisini fyri at tryggja vinnulívinum tryggar karmar.
-
Nú er lagaliga løtan at gera tað, tí tað gongur væl í Føroyum, sigur hann.
Hann minnir eisini á, at arbeiðið er til at kalla allar hendur.
- Hetta fegnast vit um, men tað er eisini ein avbjóðing, tí tað er avgerandi, at forða fyri, at lønarlagið fer á glið. Skulu vit sleppa undan tí, verður neyðugt at tryggja vinnuni atgongd til arbeiðsmegi.
Her sipar hann uttan iva til treytirnar fyri at fáa útlendska arbeiðsmegi til Føroya, sum Arbeiðsgevarafelagið leingi hevur viljað linkað.