Lógin ger mismum

Havgrímur Johannesen heldur, at MVG lógin ger mismun á føroyskum og útlendskum handlum.

 

Havgrímur Johannesen heldur, at MVG lógin ger mismun á føroyskum og útlendskum handlum.

- Landsins lógir uppfordra fólkum at keypa uttanlands ella á netinum, tí so sleppur mann undan at gjalda MVG, skrivar Havgrímur Johannesen.

 

Hann sipar til, at meðan MVG-lóggávan gevur frítøku fyri MVG av pakkum, hvørs virði er undir 300 krónur, so skalt tú kortini gjalda MVG av vørum tú keypir í Føroyum, hóast tær kosta undir 300 krónur.

 

- Er hetta at byggja land?? Hví kunnu so ikki allar sølur her á landið undir 300 krónur verða frítiknar mvg, spyr Havgrímur Johannesen á vangamynd síni á Facebook.

 

Poul Michelsen, nevndarlimur í Handilsvinnufelagnum, sigur, at hetta er ein spurningur, sum Handilsvinnufelagið hevur viðgjørt, og at tað í løtuni orðar eitt skriv til landsstýrið um málið.

-  Sjálvur kann eg als ikki góðtaka ein slíkan ójavna í kappingini og als ikki frá einum almennum pf, sum Posta er, sigur Poul Michelsen.

 

Poul Michelsen sigur við in.fo, at eftir hansara tykki kann tað ikki vera rætt, at partur av handilslívinum er MVG-frítt, meðan onnur mugu gjalda MVG.

- Antin mugu øll gjalda MVG av vørunum, ella má eingin, lógin kann ikki gera mun á føroyskum og donskum handlum, sigur hann.

 

Hann váttar, at føroyskir handlar hava gjørt Handilsvinnufelagið vart við trupulleikan og at Handilsvinnufelagið í løtuni viðgerð málið.

- Eg kann ikki siga nakað um, hvørja niðurstøðu handilsvinnufelagið kemur til, men eingin ivi er um, at mismunurin má steðgast, soleiðis at vit øll kappast á jøvnum føti, sigur Poul Michelsen.