Fólk sum búgva á Skálafjørðinum fáa høvið at síggja Gomlu Norrønu seinnapartin Logos Hope - Gamla Norrøna - fer at loysa umleið klokkan 13.30. Tá leggur skipið leiðina inn á Skálafjørðin. Logos Hope kemur ikki at leggja at bryggju inni á Skálafjørðinum.
Talan verður um ein framsýningartúr, so fólk sum búgva á Skálafjørðinum, og onnur við kunnu sleppa at síggja skipið í sigling.
Skipið leggur so leiðina aftur til Havnar, og klokkan 18 verður almenn móttøka við Bacalao, har umboð fyri Føroya Landsstýrið og Tórshavnar Býráð fara at bjóða skipinum og manning tess vælkomnum til Føroya.