Logos Hope og Africa Mercy lið um lið

Mangir munnu teir vera, føroyingarnir, sum gjøgnum ár og dag hava havt tilknýti til trúboðaraskipini hjá felagsskapunum Operation Mobilization og Youth With a Mission. Doulos, Logos, Logos II og nú Logos Hope, sum er okkara gamla Norrøna, hava øll vitjað í Føroyum, umframt at føroyingarnir, sum hava siglt við hesum skipum í longri ella styttri tíðarskeið munnu teljast í hundraðtali.

 

Gomlu skipini hjá OM, Doulos, Logos og Logos II hava øll vitjað í Føroyum, eins og Logos Hope hevur. Logos var her í 1983, Logos II var her í 2001 og 2007, Doulos í 2004 og Logos Hope í 2009.

 

Anastasis, eitt av skipunum hjá felagsskapinum Mercy Ships, sum til 2002 var partur av trúboðarafelagsskapinum YWAM, vitjaði millum annað í Føroyum í juli 2004, og fleiri føroyingar hava eisini verið við skipunum hjá Mercy Ships. Anastasis fór úr flotanum í 2007, og síðani tá hevur Africa Mercy røkt siglingina fyri felagsskapin Mercy Ships.

 

Meðan Logos Hope leggur størstan dent á trúboðan og bókasølu, er Africa Mercy eitt sjúkrahússkip.

 

Hendan myndin er tikin í Toamasina í Tamatave í Madagaskar, har tað vildi so til, at bæði skipini lógu um jólini.