Fokus á lokalar matvørur til ferðafólk

Í vetur skipa Visit Faroe Islands og Visit Tórshavn fyri einari fyrilestrarøð um burðardygga matgerð í ferðavinnuni.

 

Fyrilestrarnir eru ætlaðir starvsfólki í ferðavinnuni, og endamálið er at geva veitarum íblástur til at menna fleiri burðardyggar loysnir innan matgerð. 

 

Tiltakið "Ferðavinna og føroyskar matvørur" verður hósdagin 17. februar á Hotel Brandan frá klokkan 13-16.30.

 

Á skránni eru áhugaverdir fyrilestrar við eitt nú norðurlendskum gestarøðarum, sum greiða frá sínum royndum og servitan at brúka rávørur úr nærumhvørvinum og fyrimunirnar, sum hetta hevur við sær í mun til umhvørvi og góðsku. 

 

- Vit fara at viðgera, hvussu ferðavinnan í Føroyum kann ganga undan í arbeiðnum at menna og gagnnýta føroyskar rávørur til gagns fyri okkum øll. Høvuðsdentur verður lagdur á tætta sambandið millum matframleiðslu og ferðavinnuna.

 

Nomið verður eisini við evnið í breiðari merking innan mentan, umhvørvi og búskap.

 

Fyrilestrahaldarar á tiltakinum á Hotel Brandan verða:

 

* Andreas Lindberg (Rekur svensku fyritøkuna Bondens Skafferi, bindilið millum framleiðarar, matstovur og matvøruhandlar).

 

* Sunniva Mortensen (Rekur heimasíðuna Matkovin.fo, talgilt sølutorg fyri staðbundnar føroyskar matvørur).

 

* Philip Hougesen (Samsøe Madsnedkeri, sum hevur bæði matstovu og vørur við denti á staðbundnum rávørum).

 

* Jóhanna á Tjaldrafløtti (EMBLA tilnevnd vegna Húsarhaldsskúla Føroya í 2022).

 

* Elisabeth Skarðhamar Olsen (Ph.d. lesandi, sum granskar staðbundna matbúskapin í Føroyum).

 

- Tiltakið er ókeypis, men neyðugt er við tilmelding á www.atgongumerki.fo, siga stigtakararnir. 

 

##med2##