Lokalsjúkrahús verða niðurløgd

Tað er líkt til, at fleiri av teimum smærru sjúkrahúsunum í Noregi verða latin aftur ella løgd saman við øðrum.

Vandi er fyri, at næstan helmingurin av lokalsjúkrahúsunum í Noregi verða stongd, løgd saman við øðrum, ella at tey missa fleiri av sínum heilsutænastum.

 

Tað er niðurstøðan í einari nýggjari kanning. Hon vísir, at teir lokalu heilsumyndugleikarnir hava ætlanir um umfatandi skerjingar innan tey lokalu sjúkrahúsini í komandi árum, og at hetta er galdandi um alt landið.

 

-Verða ætlanirnar framdar í verki, verður talið á sjúkrahúsum við akuttfunktiónum næstan skorið niður í helvt, sigur professarin Bjarne Jensen, sum hevur gjørt kanningina, við norska kringvarpið.

Í kanningini hevur hann hugt eftir, hvussu mong av teimum lokalu sjúkrahúsunum eru í vanda fyri at verða latin aftur, løgd saman við øðrum ella fara at missa fleiri av sínum tænastum tey næstu árini. Niðurstøðan er, at talið á lokalsjúkrahúsum fer at minka úr 57 í 26.