Lokaluppgerð framskundað í tríggjar tímar

Í morgin sunnudagin, verður ítróttarhøllin á Hálsi í Havn karmurin um lokaluppgerð í Atlantic Airways kappingingini í hondbólti, har mansliðini hjá Neistanum og Kyndli hittast.

 

Dysturin skuldi upprunaliga vera klokkan 16 seinnapartin í morgin, men nú verður boðað frá, at hann er framskundaður til klokkan 13.

 

Helst er hetta ein avleiðing av, at fyri hondbóltsspælarar og -annars øll hondbóltsáhugað, er ársins dystur á skránni, nettupp klokkan 16 í morgin, tá ið EM finala verður ímillum Danmark og Serbia verður bríkslað ígongd.

 

Og nú dysturin ímillum Neistan og Kyndil er fluttur, verður eisini høvi at síggja EM finaluna.

 

Hóast alt kann henda í eini lokaluppgerð, má Neistin metast at vera nógv besta boðið upp á ein vinnara í morgin.

 

Tað hevur ikki vignast nakað serligt hjá Kyndli í ár og teir liggja aftast í deildini.

 

Hinvegin liggur Neistin á einum øðrum plássi, javnur í stigum við VÍF og hesi bæði liðini stríðast um eitt pláss í finaluni ímóti KÍF, sum er klárt á odda.