Upptakt
Tað er einki at ivast í, at fótbóltsfepurin í Runavíkini fær nøkur stig eyka, fyri hvørt umfar, sum gongur. Síðani summarsteðgin hevur liðið riggað sum ein vælsmurd maskina, og fyribils er oddasessurin eitt úrslit av hesum.
Runavíkingar eru tó greiðir um, at skal oddasessurin varðveitast, so verður helst neyðugt við einum sigri sunnudagin, og so er av álvara klárt til oddabrakið, tá HB kemur á vitjan í 15. leikumfarinum.
Hungra
Á Skála er støðan ein heilt onnur. Liðið hevur nú 13 dystir í bestu deildini á baki, men enn vantar teimum fyrsta sigurin, og einki er at ivast í, at teir leggja nógv fyri, nú grannauppgerðin stendur á skránni.
Sum uppflytari er lagnan ofta tung, og hjá Skála hevur hon neyvan verið lættari av skaðunum, sum hava rakt liðið. Nú røkist tó fyri, at flestu av skaddu monnunum verða tøkir aftur, og á Skála rokna tey við, at Dánjal Hansen verður tøkur, eftir at hann annars hevur drigist við drúgvan skaða í fótliðinum. Hartil eru Kári Nielsen og Gheorghe Callo tøkir aftur eftir leikbann, so hópurin er á leið so sterkur, sum tað á nakran hátt er gjørligt.
Og tað verður helst eisini neyðugt móti »vespunum« hinumegin fjørðin. Runavíkingar tykjast ikki hava nakrar ætlanir um at steðga á, og líkt er eisini til, at hópurin nú er styrktur í mun til seinasta vikuskiftið. Tað ferðina vóru hvørki Pól Thorsteinsson ella Helgi L. Petersen við vegna skaða, men ætlandi eru teir báðir við sunnudagin. So verður spurningurin, hvussu hjálparvenjarin á landsliðnum finnur pláss til tveir landsliðsleikarar, men tað má so av sonnum sigast at vera ein luksus-trupulleiki av teimum heilt stóru.