Lokaluppgerðin er i nýggjari útgávu

Meðan Víkingur stríðist fyri at vera partur av FM stríðnum, so snýr tað hjá NSÍ seg um at sleppa úr botninum

Grannauppgerðirnar plaga oftast at vera tættar og spennandi. Ofta er Víkingur farin úr Runavík við øllum, og ofta er NSÍ farið úr Gøtu við øllum.

 

Støðutalvan sigur, at dagsskráin hjá Víkingi er at bjóða klaksvíkingum av í kappingini um FM. Og støðutalvan sigur, at dagsskráin hjá NSÍ er at sleppa burtur frá botnstrikuni.

 

Hóast leikliga avrikið ikki var nakað at reypa av, so var tað kærkomin lætti hjá NSÍ, tá ið tað fyri viku síðani eydnaðist at vinna á heimavølli ímóti grannunum av Skála.

 

Fyri viku síðani vísti Víkingur, at tað ber til at bjóða KÍ av. Tí var tað vónbrot, at tað endaði við 1-0 tapi í Klaksvík.

 

Hjá NSÍ er álopsspælarin Aron Knundsen framvegis illa darvaður av skaða í lærkrikanum.

 

Hjá Víkingi eru Jákup Johansen, Signar á Brúnni og Bergur Poulsen skaddir. Ari Olsen og Finnur Justinussen arbeiða við at koma fyri seg eftir slitið krossband. Teir vera tó ikki við á besta liðnum í dag og næstu ferðirnar.

 

Víkingur – NSÍ: Rúni Gaardbo kl. 15.00.