Ein rúgva av sonevndum pishing-mailum eru í løtuni at síggja frá PBS. Roynt verður at lumpa upplýsingar um kreditkort við mailinum. Pishing- ella snýtimailar eru ikki heilt óvanligur kostur hjá teldubrúkarum um allan heim, men talan tykist í hesum føri at vera um ein serliga vandamiklan av slagnum.
Michael Dahl frá teldufyritøkuni, F-secure, sigur við epn.dk, at hesin posturin í fyrsta lagi er serstakur, tí hann er skrivaður á feilfríum donskum, og hartil tykist avsendarin at hava atgongd til onkran databasa, tí posturin finnur miðvíst fram til brúkarar av donskum gjaldskortum.
Hjá PBS, sum umsitur flestu donsku gjaldskortini, verður váttað, at talan er um teldupostar, sum látast at vera frá felagnum.
- Tú skalt ikki svara teldupostinum, og tú skalt ikki opna dokumentið, sum er í mailinum. Og ert tú ein av teimum, sum hevur latið upplýsingar um kortið til síðuna, sum víst verður til, eigur tú at sperra kortið skjótast gjørligt, sigur Chresten Heide-Anderson frá PBS við epn.dk.