Lokkklettur – eitt staðarnavn á Vágseiði

Eivind Weyhe
----
Nú um degini møtti eg sambygdarmanni mínum Finni Johansen í Havnargøtum. Báðir endaðu vit sum havnarmenn, men hava kortini ikki slept áhuganum fyri heimbygdini. Hann hevði herfyri áhugaverda grein í Sosialinum (6. og 20. juni 2012) um útróður av Vágseiði. Í tí sambandi var tað helst at hann spurdi meg hvussu staðarnavnið “Lokkklettur” skuldi stavast (her havi eg valt at skriva tað beint eftir úttaluni fyri fyrst).
Spurningurin er ikki nýggjur, tí ivi hevur javnan verið um hvussu hetta navnið átti at stavast, og hvørjum tað mundi koma av. Eg segði Finni hvør eg helt at upprunin var til navnið, men av tí at onnur kanska eisini kundu havt áhuga í tí, skal eg her nýta høvið til at siga mína hugsan um navnið.
Tað hevur verið siður at skriva tað Lágklettur. Í eini staðarnavnauppskrift sum Johan O. Djurhuus gjørdi árini 1945-47 fyri Staðarnavnanevnd Føroya Løgtings, er tað stavað so, og tað sama í eini staðarnavnaavmerking sum varð gjørd í 1975 fyri Føroyamálsdeildina á Fróðskaparsetrinum. Eisini hevur Lágklett verið brúkt sum eftirnavn. Her tykist tað sum navnið er sett í samband við lýsingarorðið lágur. Og reint málsliga er heldur einki sum forðar fyri at stavingarhátturin “Lágklettur” kann hava framburðin “Lokkklettur”.
Tað er bara tað at hesin kletturin er als ikki lágur, hann er meira at siga høgur. “Lokkklettur” er kletturin beint vestan fyri Kleivina, lendingina á Eiðinum. Onkur sum eg havi prátað við um navnið, hevur tí viljað hildið uppá at tað rætta mundi vera Laðklettur, t.e. stað har lagt verður at. Eitt tílíkt orð er í roynd og veru til, tí eitt sovorðið stað kann eita laðberg (úttalað labberg) ella laðklettur (úttalað lakklettur) (sí Føroyska orðabók). Men úttalan “Lokkklettur” og tað at kletturin ikki er lágur, bendir á at leitast skal aðrar vegir eftir upprunanum.
Johan O. Djurhuus hevði hesa frágreiðing til navnið: “Vestan fyri Kleivina. Her verður fiskurin blakaður upp.” Nú skal tað sigast at tað er ikki hvønsmans føri at blaka fisk upp á Lokkklett, tí hann er sum sagt heldur enn ikki høgur. Magnus á Gørðunum skuldi einaferð siga um ein mann sum var ógvuliga sterkur, at tað var eingin longa ið hann ikki kastaði upp fyri Lokkklett. So tað man hava verið mett sum eitt roysni og harvið undantakið. Nei, tað vanliga var at leggja bátarnar inn undir Lokkklett, tí har var lítið loft innundir, teyggja fiskin, og so kundi ein maður standa uppi á Lokkkletti og draga hann upp á klettin (hesa frágreiðing havi eg frá Tórleifi Augustinussen, f. 1930). Tað rætta man tí vera at hesin høgi kletturin við nakað av lofti innundir, upprunaliga hevur hitið Loftklettur.
Tað er ikki torført at forklára hesa broyting í úttaluni, frá Loft- til Lokk-. Tað er k’ið sum kemur aftaná (í -klettur) sum ávirkar hjáljóðini frammanfyri. Tað er tað fyribrigdið ið vit nevna ljóðlíking (assimilatión), tað at ljóðið frammanfyri og ljóðið aftaná gerast lík.
Tað rætta man tí vera at skriva Loftklettur og at úttala tað “Lokkklettur”.