Á fólkafundi í Fugloy í juli mánað um framtíðina hjá útoyggjunum tók Anfinn Kalsberg, løgmaður, undir við einum uppskoti at seta eina skjóttarbeiðandi nevnd at koma við ítøkiligum uppskotum um, hvussu vit kunnu bjarga útoyggjunum og skapa livimøguleikar í útoyggjunum.
Tað er at fegnast um, at nevndin verður sett nú, hóast heilir fimm mánaðir eru gingnir, síðani løgmaður gav hetta lyftið á tí regnváta summardegnum á Kirkju. Men nú er ikki bara talan um eina nevnd. Nú er talan um eina verkætlan, sum skal hava ein samskipara við hægri útbúgving, og harafturat skal ein serfrøðingur í økismenning knýtast at verkætlanini, sum skal taka støðu í økismenning.
Onkur hugsar kanska, at "fínt skal tað vera". Men á hesum stað, her vit ofta hava víst á vantandi útjaðarapolitikk, ynskja vit tiltakinum vælkomnum, hóast eitt minni átak óivað hevði kunnað gjørt líka stóra nyttu. Men nú fáa vit at síggja, hvat álitið, sum skal vera liðugt um eitt ár, fer at mæla til.
Nú er henda verkætlanin serliga vend ímóti útoyggjunum og Gásadali. Men spurningurin er, um hetta er nóg mikið? Seinastu tíðini eru fólk vorðin alt meiri tilvitandi um, at støðan í útjaðaranum í Føroyum - t.d. í Suðuroynni - er alt annað enn góð. Í Suðuroynni er fólkatalið lækkað við 800 fólkum, síðani búskaparkreppan tók seg upp fyri 10 árum síðani. Tað hevði kanska tí verið rætt, at víðka arbeiðssetningin, so hann eisini viðgjørdi støðuna í Suðuroynni.
Flestu føroyingar taka óivað undir við, at almennu Føroyar taka eitt tak og royna at menna útoyggjar og nøkur smápláss, hóast alt fleiri seta spurnartekin við, um tað ikki longu er ov seint. So nógv eru flutt burtur, at tað verður bara onkur hissini, sum aftur fer at flyta í útoyggjar ella til okkurt smápláss.
Nú bíða vit eftir álitinum, men her skal bara einaferð afturat sláast fast, at fær fólkið á smáplássunum ikki brúksrættin til jørðina, og verður eggjað til at vinna nakað burtur úr tí, sum jørðin kann ala og geva, verður torført at fáa fólk at støðast í útoyggjum og smáplássum. Tá vit vita, hvussu ognarviðurskfitini eru, og at jørðin er ein heilag kúgv í Føroyum, verður torført at koma nakað áleiðis, tá tað snýr seg um jørðina, og hetta verður óivað gordiski knúturin hjá verkætlanarnevndini at loysa.