Loksins skoraði John fyrsta málið fyri Arendal

Arendal er aftaná 3-1 sigurin á Aalesund 2 triðfremst í triðbestu norsku fótbóltsdeildini

Loksins brast fyri nev hjá John Frederiksen at skjóta fyrsta málið fyri Arendal í triðbestu norsku fótbóltsdeildini.

 

Arendal vann í kvøld á heimavølli 3-1 á Aalesund 2. Í steðginum var Arendal á odda 2-1.

 

John økti til 2-0 til Arendal tá 34 minuttir vóru leiktir av dystinum. John var skiftur út tá ein tími var farin av dystinum.

 

Arendal er triðfremst í deildini við 22 stigum. Fýra stig eru upp til oddaliðið, Egersund. 

 

Leikt eru 11 av 26 umførum. 

 

Tað eru tveir bólkar í triðbestu norsku fótbóltsdeildini. Bólkavinnararnir flyta beinleiðis upp. Liðini sum enda næstovast spæla Play Off dystir um rættin at flyta upp.