Frágreiðingin, sum stovnurin Central Risk Group hevur gjørt, sigur, at avgerðin hjá bretsku stjórnini at hjálpa amerikanarunum í krígnum í Irak hevur økt vandan fyri yvirgangi í Bretlandi.
- London er vorðin fremsta yvirgangsmálið í Vesturevropa, sigur Jake Stratton, sum er granskari hjá Central Risk Group. Hann sigur, at bretska luttøkan í krígnum í Irak hevur gjørt, at tann muslimski heimurin metir Bretland sum tann fremsta stuðulin hjá USA.
Jake Stratton sigur, at London er eitt sera áhugavert yvirgangsmál hjá víðgongdum muslimskum kreftum. Í frágreiðingini hjá Central Risk Group stendur, at vandin fyri sjálvmorðsatsóknum er serliga stórur.
Stovnurin hevur kannað viðurskiftini í teimum ymsu londunum og er komin til ta niðurstøðu, at tey vandamestu londini í heiminum eru Burundi, Somalia, Liberia, Irak, Afghanistan, Pakistan og Kolombia. Men ein skal heldur ikki kenna seg tryggan í Evropa. Í okkara heimsparti eru Kosovo, Albania og Bosnia tey vandamestu londini at vera í.