Flogsamband
John Johannessen
Jens Kristian Vang (myndir)
Atlantsflog hevur gjørt tað lættari at vera lesandi føroyingur í Bretlandi.
Hetta eru føroyingarnir, Sosialurin hitti í London í farnu viku, samdir um. Og fleiri teirra hava eisini longu bílagt sær ferðaseðil heim fyri summarið við føroyska flogfelagnum.
Skjót ferð
Flogferðin við Atlantsflog frá Standsted-flogvøllinum uttan fyri London til Vágar tekur júst tveir tímar. Hetta er knappur hálvur tími styttri, enn ein flogtúrur við Atlantsflog úr Keypmannahavn til Vágar.
Higartil hava føroyingar, sum eru búsitandi í London ella nærhendis verið noyddir at flúgva heim til Føroya umvegis Danmark ella Skotland. Hetta hevur gjørt ferðina munandi drúgvari. Tey, ið hava valt at flúgva umvegis Danmark, hava fyrst verið noydd at flúgva tveir tímar frá einum av flogvallunum í London til Kastrup og síðani góðar tveir tímar til Føroya. Og tey, sum hava valt at ferðast umvegis Skotland, eru sloppin eitt sindur skjótari.
Tí eru føroysk lesandi í London samd um, at nýggja rutan er ein stórur fyrimunur, hóast tað tekur umleið trý korter at koyra við toki úr miðbýnum í London til Standsted-flogvøllin.
Gott fyri pengapungin
Ein annar fyrimunur, ið telur nógv hjá bæði lesandi føroyingum í Onglandi og føroyingum í Onglandi annars, er stóri munurin á prísinum á eini ferð heim til Føroya nú og fyri góðari viku síðani.
Vanligur prísur á einum ferðaseðli til lesandi millum aftur og fram London og Keypmannahavn er 90 pund, sum eftir dagsins kursi er 3.365 krónur. Og ferðaseðilin aftur og fram millum Keypmannahavn og Vágar fyri lesandi kostar 3.365 krónur. Tað vil siga, at ert tú føroyingur lesandi í London og skalt heim umvegis Danmark, ert tú noyddur at rinda 3.900 krónur fyri ferðina, fært tú einki gott tilboð.
Men velur tú at flúgva beinleiðis frá Standsted-flogvøllinum til Vágar og aftur, kostar ferðin 3.589 krónur.
Í hesum sambandi er tó vert at leggja til merkis, at tað væl ber til at fáa heilt góð tilboð uppá ferðaseðil millum London og Keypmannahavn við einum av flogfeløgunum á hesi rutu. Tað kemur javnan fyri, at slíkur ferðaseðil kostar umleið 150 krónur, og dømi eru eisini um, at hann slíkur ferðaseðil hevur kostað so lítið sum 13 krónur. Men fyri at fáa fatur á slíkum ferðaseðli krevst, at tú ert árvakin og slær til, júst tá tilboðið er.