Tey, sum skuldu við flogfari úr Kastrup tíðliga í morgun, noyddust at bíða, tí at trygdarstarvsfólkini í floghavnini vóru farin á fakligan fund. Tað gjørdi, at skipanin kundi ikki avgreiða so mong ferðandi sum vanligt, og tí máttu fólk standa í bíðirøð. Millum teirra, sum stóðu og bíðaðu í morgun, vóru stjórnin og fleiri embætismenn, sum skuldu til Aalborg á fund.
Vanliga eru seks sokallað "spor" opin til ferðafólk, men í morgun var bara eitt teirra opið.
Leiðslan í Kastrup legði dent á, at trygdin í floghavnini var líka góð, hóast trygdarstarvsfólkini vóru á fundi, tí trygdarfólk í leiðandi størvum høvdu yvirtikið arbeiðið hjá fundarfólkinum.